|
SKUGGAGESTIR, sangleikurin eftir Martin Joensen, fæst nú á fløgu.
TUTL hevur nú á fyrsta sinni útgivið upprunatónleikin til sangleikin
Skuggagestir frá 1990 á fløgu. Áður fekst hetta verk bert á
kassettubandi. Í sambandi við nýggju útgavuna eru allar upptøkurnar
mastraðar av nýggjum.
SKUGGAGESTIR varð frumframførdur í 1990 við Elini Mouritsen sum
leikstjóra. Tónleikurin á fløguni er í høvuðsheitum tann sami, sum var
at hoyra á pallinum ta ferðina.
“Skuggagestir” sigur í orðum og tónum frá einum føroyskum
ballingarkvøldi seinast í 80´unum. Vit fylgja nøkrum ungdómum við ymsum
meiningum og við ymiskari sosialari bakgrund - teirra práti, skemti,
kenslum og vónum. Kærleikin er søtur og samstundis beiskur partur av
lívinum, eisini hetta kvøldið.
Vit hitta hjúnini Sólrun og Jógvan, foreldrini hjá einum av ungdómunum,
ið kenna seg ikki sørt
fremmand framman fyri uppvaksandi ættarliðnum – og sær sjálvum, hvør
veit? Og meðan sorgarleikur hómast í dimmu havsbrúnni, gongur kvøldið og
lívið sína gongd ....
Á fløguni eru hesir sangir:
*1 VIKUSKIFTI* Skuggagestakórið syngur
*2 SET TEG NIÐUR* Tórun Johannesen syngur
*3 SUNNUDAGIN FARI EG TIL FÓTBÓLT* Robert McBirnie syngur
*4 SO NÆR, SO FJAR* Terji Rasmussen syngur
*5 FØROYAR ER* Skuggagestakórið syngur
*6 KAVIN KOM* Tórun Johannesen
*7 OVBOÐIÐ* Terji Rasmussen, Gundur Mortensen, Hans Tórgarð, Gudmundur
Joensen syngja
*8 HJÁ TÆR* Tórun Johannesen og Hans Tórgarð syngja
*9 MASKUSPÆL* Terji Rasmussen syngur
*10 SKUGGAGESTIR* (Vak meg ikki) Lív Dam syngur
Orð & løg: Martin Joensen
*Tónleikarar:
*Keyboard/klaver: Bjarni Restorff
Bass: Kolbein Simonsen
Guitar: Leivur Thomsen
Trummur: Flemming Berglind
*
*
|