|
EINGIN KANN GERA TAÐ PERFEKTA
Eitt portrett av myndahøggaranum Hans Paula Olsen
Í filminum hjá Katrini Ottarsdóttur eru vit við myndahøggaranum
Hans Paula Olsen og kvinnuligu nakinmodell hansara í atelierinum í einum bakgarði í Keypmannahavn, har
Hans Pauli er í holt við størstu standmynd sína nakrantíð, og har hann rummiskur greiðir frá sínum tonkum
um list og um tað at skapa.
Vit eru flugan á vegginum, tá hann gloymir myndatólið og bara er til fyri at skapa
sína list við berum hondum. Og vit uppliva mótsetningin millum listina, tá hon stendur so tignarlig í teimum
fínu listahøllunum, og tá hon bara er vátir leirklumpar í eini skitnari garasju.
Hans Pauli Olsen er føddur í Havn í 1957. Hann brúkar ofta klassiskt tilfar sum granit, gips og bronsu í
standmyndum sínum, og hevur sítt egna, serstaka figurativa listasnið, har menniskjamyndin er tað berandi.
ENGLISH:
NO ONE CAN ACHIEVE PERFECTION
A portrait of the sculptor Hans Pauli Olse
In Katrin Ottarsdóttir's film we follow the creation of sculptor Hans
Pauli Olsen's biggest sculpture so far.
We take part in the process when the artist is working in his backyard
studio together with his young nude model. We are the fly on the wall, when the artist forgets about the
camera and exists only for creating his art with his bare hands. And we experience the contrast between art
as subtile, exhibited works in distinguished halls of art and as a simple lump of clay in a dirty garage.
Hans Pauli Olsen, born in 1957 in Tórshavn, Faroe Islands. He often uses classic materials such as granite,
plaster and bronze in his works and has developed a special figurative way of expression wiht the human
figure as the principal element.
PROD. YEAR: 2008
DURATION: 85 minutes
FORMAT: DVD, PAL, 16:9, Color, Stereo
LANGUAGE: Faroese
SUBTITLES: Dansk, English
Distribution: Tutl, Tórshavn, Faroe Islands, www.tutl.com
& Forlaget Torgard (DK), www.forlagettorgard.dk
CREDITS:
Leikstjóri/instruktør/director: Katrin Ottarsdóttir
Hugskot/idé/idea: Hugin Eide og Katrin Ottarsdóttir
Upptøka og klipping/foto og klip/
cinematography and editing: Katrin Ottarsdóttir
Ljóðeftirarbeiði/lydefterarbejde/
sound engineering: Jazbo Gross von Magius
Framleiðandi/producer: Hugin Eide
Tøknilig hjálp/technical assistance: MCI Mediatronic
Framleiðsla/produktion/production: Blue Bird Film © 2008, www.bluebirdfilm.dk
Stuðlað hava/med støtte fra/
supported by: Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Eik Banki, Fjølrit og Føroya Skúlabókagrunnur.
|