Currency:
(empty)
 
Printer friendly version Printer friendly version

ORKA - Leipzig

 
 
Vote(s): 5
Rate it
112 KR
In stock: 995
Qty:  

Pre-order CD ORKA - Leipzig

Fløgan kemur út 13 juni, men longu nú er møguleiki fyri pre-order av CD Leipzig

Løgini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum. Helvtin av upptøkurnum eru gjørdar í eini gamlari kykmyndahøll, UT Connewitz, eitt høli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga, mitt í Leipzig í Týsklandi. Eisini er tikið upp í París, New York, eini lítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og á eini tokstøð í Bombay. Upptøkurnar blivu lagdar til rættis í upptøkuhøli í London, meðan ljóðblandað varð í Støkumørk, Innan Glyvur.


Á LEIPZIG verða eyðkendu ORKA ljóðførini og døkka ljóðmyndin blandað saman við UK Bass og LA Beat, og omaná verða lagdar ísandi Norðuratlants røddir. Hesa samanrenning kallar ORKA fyri Club Gaze. Samanborið við annan tónleik ljóðar hetta sum J DILLA´s, DONUTS, um tað varð framleitt av BURIAL, við norðurlendska melodiska viðkvæminum hjá SIGUR RÓS, og framborið av FAUST.

 

Tá ið ORKA varð sett á stovn í 2006 blivu ljóðførini bygd á einum bóndagarði Innan Glyvur. Síðani tá hevur ORKA havt konsertir og spælt á festivalum um allan heim og samstarvað við kend nøvn so sum YANN TIERSEN, LV [HYPERDUB], OKTOPUS [DÄLEK], GRETA SVABO BECH, EIVØR og TEITUR.